Innanlands

Smyril siglir seinasta túrin klokkan 13

Sum heild eru nógvar avlýsingar í almennu samferðsluni í dag vegna vánalig líkindi og vánaliga veðurforsøgn

Siglt varð av Krambatanga tíðliga í morgun, og Smyril fer ikki avstað aftur fyrrenn klokkan 13. Tað verður tað fyri mánadagin 25. september (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Siglt varð av Krambatanga tíðliga í morgun, og Smyril fer ikki avstað aftur fyrrenn klokkan 13. Tað verður tað fyri mánadagin 25. september (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-25 08:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vit sleppa ikki heilt av við keðiliga veðrið enn. Tað er hált, og eisini krapi í støðum, nógvur vindur og sagt verður eisini frá nógvum vindi út á dagin.

Hetta ávirkar oyggjaleiðir og serliga bygdaleiðir hjá Strandferðsluni mánadagin 25. september: 

[object Object]Skýggjamynd: ssl.fo

Fult yvirlit og dagføringar út á dagin kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Strandferðsluni

Mest merkisvert er, at Smyril bert siglir ein túr afturat. Skipið fór av Krambatanga klokkan 6 í morgun, men fer ikki suður aftur nú klokkan 08.45, sum ferðaætlanin annars sigur. Harvið verður heldur eingin túrur av Krambatanga klokkan 11.30. SSL boðar frá, at siglt verður aftur av Havnini klokkan 13:00. Síðani verður ikki siglt meira tað ið eftir er av degnum.

Summar bygdaleiðir koyra ikki vegna nógvan vind í løtuni og/ella hálku í løtuni, og til dømis Leið 400 (Klaksvík - Tórshavn) hevur um ikki so langa tíð seinastu fráferð "vegna vána veðurforsøgn".

Sagt verður frá nógvum vindi tað mesta av degnum - sí veðrið HER



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder