Strandferðslan skrivaði á heimasíðu sínari í gjárkvøldið, at ferðafólk kunnu vænta møguligar seinkingar ella broytingar á leið 7 mikudag 21.februar. Hetta var vegna tað, at eitt brek kom á høvuðsmotorin seinnapartin í gjár.
Sí eisini: Seinkingar kunnu koma fyri á Suðuroyarleiðini í dag
Seint fyrrpartin skrivaði ssl.fo tó, at brekið varð liðugt umvælt í gjárkvøldið.
Sambært Jóhan Peturi Abrahamsen, rakstrarleiðara hjá Strandferðsluni eydnaðist at fáa rættað tað, meðan Smyril sigldi seint í gjárkvøldið. Hetta sigur hann við Kringvarpið.
Tað var neyðugt at skifta ein spíss í motorinum, so at Smyril aftur kundi sigla við vanligari ferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald