Innanlands

Smyril siglir ikki meira í dag

Skipið hevur nú lagt seg á Krambatanga fyri dagin - Norrøna órógvar Smyril í Tórshavnar Havn, og ættin ger eisini, at tað hevði verið trupult at leggja at har seinnapartin

Ferðafólaktalið hjá Smyrli er nógv minkað seinastu vikurnar

Ferðafólaktalið hjá Smyrli er nógv minkað seinastu vikurnar

2020-04-07 12:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Smyril fór ikki av Havnini klokkan 10 sum ætlað. Vegna serligar umstøður inni í hylinum hjá Tórshavnar Havn, fór skipið ístaðin suður klokkan 11.

Hetta upplýir SSL á heimasíðu sínari.

Av tí at Norrøna nú liggur tætt við farstøðina í Havn, og at ættin har er ring í dag, so hevði tað verrið ov trupult hjá Smyrli at leggja at har seinni í dag - skiparin metir, at tað ikki er trygt. Hetta sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rasktrarleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins, við Kringvarpið. 

Hetta ger, at Smyril er lagdur fyri dagin.

Jóhan Petur Amrahamsen sigur, at tað hava verið munandi færri, sum hava ferðast við Smyrli seinasta lítla mánaðin. Vanligt eru áleið 500-700 við hvønn dag. Onkrar av farnu døgunum hevur samlaða ferðatalið bert verið 60. Í morgun vóru 22 ferðafólk við norður av Krambatanga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder