
- Smyril siglur úr Suðuroynni til Havnar kl. 16:00 og úr Havnini aftur kl. 19:00 í dag, týsdag 4. januar. Síðani verður ikki siglt meir fyri dagin
Soleiðis skrivar Strandferðslan um Suðuroyarleiðina á heimasíðu sínari. Smyril hevur ikki siglt sínar fyrstu tveir túrar í dag vegna veður, men fer at sigla hinar báðar ætlaðu túrarnar seinni og síðani sambært ferðaætlanini í morgin, tá veðrið verður betri.
Siglingin er tikin uppaftur á fleiri leiðum, millum annað leið 60 (Skopun-Gomlurætt) og millum Nólsoy og Tóshavn, har byrjað varð aftur 12.30, og har ætlanin er at halda ferðaætlanina, tað ið eftir er av degnum.
Eingin sigling er í løtuni millum Klaksvík og Syrðadal, men í minsta lagi ein túrur aftur og fram verður í kvøld.
Bussarnir hjá Bygdaleiðum standa framvegis, og soleiðis verður helst restina av degnum. Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá SSL, segði við Kringvarpið í døgurðatíðindunum, at farið verður bert í gongd at koyra, um tað er ráðiligt í mun til veðrið.
Sí eisini: Bussarnir hjá Bygdaleiðum standa í dag
Sí yvirlit á ssl.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald