Innanlands

Smyril siglir við skerdari orku til og við 3. mai

Vegna viðlíkahald av einum motori á Smyrli verður siglingartíðin komandi tíggju dagarnar áleið tveir og ein hálvur tími

2020-04-23 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vegna viðlíkahald av einum motori á Smyrli, siglir Smyril við skerdari orku til og við sunnudagin 3. mai 

Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari. 

Hetta merkir, at siglingartíðin kann væntast at verða upp ímóti hálvum tíma longri enn vanligt. Tá silgt verður við vanligari megi, hevur Smyril áleið tveir tíma og fimm minuttir um hvønn túr. 

Komandi dagarnar kann væntast, at hvør túrur tekur áleið tveir og ein hálvan tíma. 

Í løtuni er eingin tænasta umborð á Smyrli - tað vil siga, at ferðafólk kunnu ikki keypa sær nakað at eta ella drekka. Hetta er orsaka av koronatilmælunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder