2024-08-30 10:44
Í september mánaði verður tað nakað øðrvísi hjá Smyrli. Flestu túrarnir um Suðuroyarfjørð verða sigldir, men tað fer als ikki at bera til at fylla strandfaraskipið.
Hetta er vegna kravda dagføring av mes-støðunum umborð á Smyrli.
Heimasíðan hjá Strandferðsluni skrivar, at ferðafólkatalið lækkar úr 975 í 540 ferðafólk í tíðarskeiðnum 4. septembur til 23. septembur.
Umframt hetta verða túrarnir av Havnini klokkan 8.45 og av Krambatanga klokkan 11.30 ikki sigldir mikudagin 4. september og mánadag 16. september.
Les eisini: Nærum 7.000 fleiri ferðafólk fyrstu sjey mánaðirnar í ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald