- Hvussu høvuðsumvælir tú gamla skúlabygningin á Frælsinum, meðan hann verður brúktur til undirvísing hjá Fróðskaparsetri Føroya?Hvussu kann verandi arkitekturur í gamla bygninginum samantvinnast við nýggja felagsbygningin, sum nú verður prosjekteraður?
- Hvussu kann nýtt samband skapast millum lonirnar í gamla Venjingarskúlanum? Og hvussu umskapar tú ein fólkaskúla frá 1960-unum til eitt nútímans universitet í dag?
Millum annað hesar spurningarnar skuldu arkitektafeløg geva síni boð uppá, tá Landsverk herfyri skipaði fyri almennum útboði um, hvør skal gera heildarætlan fyri høvuðsumvælingina av gamla Venjingarskúlanum/Læraraskúlanum á Frælsinum í Havn.
Fimm uppskot komu inn, og dómsnevndin er komin til, at sp/f SNA hevur besta boðið.
Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá á heimasíðu sínari í dag.
- Henning Larsen gjørdi eina yvirskipaða heildarætlan fyri eitt savnað Fróðskaparsetur millum J. C. Svabos gøtu og Frælsið í 2018. Hon eitur Færøernes Universitet – Strategisk Campusplan, og við útgangsstøði í henni eru tvær byggiverkætlanir nú aktuellar: Høvuðsumvæling av gamla skúlabygninginum á Frælsinum, sum verður gjørd stig fyri stig, og nýggi felagsbygningurin til Setrið í Nóatúni, sum í løtuni verður prosjekteraður.
Fróðskaparsetrið ásannar, at neyðugt er at fáa heildarætlan gjørda fyri høvuðsumvælingina nú, tí síðani stóra ætlanin fyri alt tað savnaða Setrið varð gjørd í 2018, bleiv avgjørt, at gamli skúlabygningurin kortini ikki skuldi rívast niður, men bøtast og varðveitast. Hetta eins og gamli Kommunuskúlin/Finsen, sum SNA eisini var við til at gera.
Fyri at Setrið skal kunna brúka gamla skúlabygningin til sítt universitetsvirksemi krevst, at hann verður høvuðsumvældur og partvíst eisini umbygdur.
Nú SNA hevur vunnið útboðið, verður næsta stigið at gera sáttmála við Landsverk, tosa við brúkarabólkar um tørvir, og síðani gera sjálva heildarætlanina, sum verður skrokkurin at prosjektera víðari eftir.
Meira um grundgevingar fyri, hví valið fall á SNA, sæst á setur.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald