Mentan

Snapsur góðskaður í gomlum tunnum

Enn ein dygdarsnapsur at velja millum til páskaborðið

2019-04-12 15:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Snapsur er ikki longur ein antin klárur ella gyltur drykkur, ið helst skal fáast niðurum sum skjótast, og helst í stórum mongdum.

Eftir at snapsurin hevur livað sítt stilla lív, sum ein drykkur fyri eldri fólk, ið toppaðu áðrenn vit fingu eina ”rúsdrekkamentan” í Føroyum, vinnur hetta lívsins vatnið, vunnið úr kanska vanligastu 'fruktini' á okkara leiðum, eplinum, nú aftur miklan frama.

Føroyskir framleiðarar fingu fyri nøkrum árum síðani møguleika at brenna brennivín, og fyrsta tey fóru undir, var snapsurin – bæði tann klári og tann gylti.

Tað er whisky sum ræður
Tá hetta er sagt, so er tað ikki heilt rætt. Einar Waag í Klaksvík, stjórin í Føroya Bjór, var ein teirra, sum strongdi hart á fyri at sleppa at framleiða sterkt herheima. Hóast akvavittið frá honum var tað fyrsta, sum vit sluppu at smakka, so var tað ikki akvavitt, sum hann fór undir at framleiða fyrst.

Nei, tað var at gera gamla dreymin um at brenna føroyskt whisky, sum hann fyrst fór í holt við.

Trupulleikin er bara tann, at tað skulu ganga rættiliga nógv ár frá tí at gylti drykkurin úr bygggrýni er sølubærur. Hann skal fyrst seta seg og búnast í tunnum í drúgva tíð, 12, 18 ella kanska 24 ár, áðrenn ætlaði smakkurin kemur rættiliga fram.

Einar's Whisky seinni í ár
Men sum vituligt er – tað er kostnaðarmikið at hava so nógv á lagri uttan at hava møguleika fyri at fáa pengar inn í kassan.

Tí verður møguleiki hjá føroyskum whisky-drekkarum at sleppa at royna fyrsta bryggið frá Einari longu seinni í ár, tá tað hevur ligið og lagrað í góð trý ár.

Tað kundi sølumaðurin hjá Føroya Bjór, Sophus Dahl-Christiansen, avdúka á einum tiltaki fyri einum heilt øðrum brennivíni á hipstara øl-barrini Mikkeller í Gongini í Havn í gjár.

- Spenningurin eftir at fáa fatur á fyrsta føroyska whiskeynum er ovurstórur – herheima og serliga uttanlands. So vit fara helst at sleppa nøkrum fáum fløskum á marknaðin seinni í ár. Um vit kunnu standa inni fyri dygdini, væl at merkja, segði Sophus.

Trekt nýggjan smakk
Høvið í gjár var av vísa fram eina klænleitta fløsku fram við einum øðrum gyltum drykki, nevniliga akvavitti, sum hevur ligið og lagrað í eikitunnum og trekt nýggjan smakk í seg.

- Tá Einar’s Distellery hevði útgerðina at framleiða whisky, lá ræði fyri at fara undir framleiðslu av øðrum brennivínum eisini – nógv av tólunum eru tey somu, og íløgan skal jú forrentast. Tí fóru vit undir at framleiða akvavitt, síðan vodka og so ginn eisini. Hetta hevur verið væl móttikið, men vit eru mest spent upp á okkara whiskey, viðgekk Sophus, sum eisini avdúkaði, at okkurt annað spennandi frá distellarínum er áveg seinni í ár eisini.

Men, tað skuldi snúgva seg um akvavitt, sum í hesum árum eisini vorðin ein drykkur, ið kræsnir gómar eru farnir av rinda meira fyri – eins og hjá whiskey kennarum – um tey eisini fáa nakað serligt afturfyri.

Tað er tað, sum Einar’s nú roynir við hesi akvavittini. Cask Akvavitt, kalla tey hana.

Vøran er sum so ikki so nógv øðrvísi enn tilsvarandi klæna fløskan hjá kappingarneytanum, Dism, sum sigur at teirra akvavitt er ’elt’ (eitt sera illa sitandi føroyskt orð fyri ’aged) í whisky- og sjerritunnum.

Ein vesentligur munur er tó. Nýggja akvavittin úr Klaksvík er meira menniskjalig í styrki – 40 prosent aftur móti methøgu 60 prosentunum á serligu akvavittini hjá Dism.

Tunnufrøði
Akvavittið úr Klaksvík er eisini ’elt’ í líknandi tunnum, men her gera tey vart við, at talan er um sjerri- og burbon-tunnur. Burbon er, sum kunnugt, whiskey (ja, tá stavast tað við ey) framleitt í Norðuramerika.

Upplýst verður ikki hvaðani tey hava tunnurnar – av kappingarávum – men júst tunnan (amman, ankarið, kaggin, ’margnevnt er einkarbarn’) eru eini vísindi fyri seg. Hvørjum tilfari tær eru úr, hvussu tær eru svidnar innaní, hvat hevur verið í, og hvussu tær taka vætu til sín og geva smakkin frá sær aftur.

Ein teirra, ið veit nógv um slíkt, er Sebastian Eriksen úr Vestmanna, ið virkar sum ráðgevi hjá Einar’s Destillery, og eisini var við til smakkingina í gjár.

Hann greiðir millum annað frá, hvussu tunnan verður brúkt til at føra eyka smakk og anga til akvavittið. Í hesum føri sigur hann drykkin hava fingið tilførdan ein rundan smakk av vanilju frá bourbontunnunum og sherri frá sherritunnunum. Talan er um eitt ávíst bland av løgi úr hesum báðum sløgunum av tunnum.

Nú er úrvalið av møguligum snapsum til páskaborðið so víðkað við einum dygdarsnapsi afturat at ’njóta við ábyrgd’, sum skrivað stendur á vøkru etikettini.

Snapsurin er framleiddur í avmarkaðari nøgd og er at fáa í Rúsuni og seinni eisini í útsølunum á flogvøllinum og umborð á Norrønu. 

Les eisini blogg hjá Birgiri Krues um sama evni: Akvavitt aftur til heiðurs og æru

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder