2020-04-19 08:04
185 fólk hava fingið staðfest koronasmituna covid-19 í Føroyum. Tað merkir at ein er lagdur afturat seinasta samdøgrið.
Hetta er fyrsti tilburður síðani 6. apríl.
176 av teimum 185, sum hava fingið staðfest smittuna, eru blivin frísk aftur. Tað vil siga, at tað bara eru 9 føroyingar sum í løtuni hava korona. Eingin liggur innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við korona.
Í alt 6021 kanningar eru gjørdar, upplýsir Landslæknaembætið í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald