Innanlands

SSL: So nógv ferðafólk kunnu nú vera við hvørjum skipi

Strandferðslan ger nú tillagingar í saband við tilmælini hjá myndugleikunum og mælir til at bert nýta almenna samferðslu, um tað er alneyðugt

Smyril kann nú hava 100 ferðafólk inni í salongunum, og 25 ferðandi hava møguleika at verða í bilinum undir sigling (Mynd: Bjartur Vest)

Smyril kann nú hava 100 ferðafólk inni í salongunum, og 25 ferðandi hava møguleika at verða í bilinum undir sigling (Mynd: Bjartur Vest)

2020-03-18 09:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

(GEVIÐ GÆTUR: Strandferðslan hevur broytt hesar leiðreglur. Tað er bert umborð á Smyrli, at loyvt verður ferðafólki at sita í bilunum. Og tá í serligum føri. Sí https://www.ssl.fo/fo/tidindi/tillaging-i-ferdafolkatolunum-umbord-a-skipunum-hja-ssl/)

Bygdaleiðir koyra ikki komandi tíðina orsaka av tilmælinum um koronavirusið.

Nú verða nakrar broytingar á Strandfaraskipunum.

Strandfaraskip Landsins skrivar á heimasíðu sínari, at eftir at heilsumyndugleikarnar hava tikið undir við tilmælinum hjá Epidemikommisjónini, hevur SSL í hesum sambandi gjørt tillagingar í ferðafólkatølunum umborð á sínum skipum:

 

Smyril: 100 ferðafólk inni í salongunum, og 25 ferðandi hava møguleika at verða í bilinum undir sigling. Broytt ferðaætlan
Teistin: 80 ferðafólk Broytt ferðaætlan
Ternan:  50 ferðafólk 
Sam: 20 inni í salongini, og 25 ferðandi hava møguleika at verða í bilinum undir sigling.
Ritan: 35 ferðafólk
Sildberin: 10 ferðafólk
Spógvin: 4 ferðafólk

 

Ferðafólk, ið koma úr “reyðum økjum” í samband við Covid-19 sjúkuna, skulu seta seg í samband við manning, áðrenn farið verður umborð.

SSL ráðir til at ferðast minst møguligt við almennari samferðslu, og bara um tað er alneyðugt.

Sambært heimasíðuni ssl.fo eru broytingar í ferðaætlanini hjá Smyrli og Teistanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder