placeholder
Innanlands

Video: So vakra jørð - nýggur sangur til summarlegurnar

Evnið til summarlegurnar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í ár er "Jørðin". Hallgerð Brim hevur skrivað orð og lag til summarlegusangin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-06-16 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør var ikki møguligt at hava summarlegur fyri børn og ung, ella legur av øðrum slagi, orsakað av koronutilmælunum. Í ár verða legur aftur sum vanligt í millum annað Nesvík.

Les eisini: Summarlegur aftur á breddanum

Vanligt er, at til summarlegurnar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður eitt høvuðsevni valt, og fleiri ár hevur ein sangur eisini verið gjørdur til evnið.

Evnið á summarlegunum í ár  er “Jørðin". Til hetta hevur Hallgerð Brim gjørt sang við heitinum: "So vakra jørð".

- Tað er so ofta, at eg verði bergtikin av náttúruni. Um veturin er tað serliga tann stjørnuklári himmalin og um summarið ljósið, litirnir og fuglaljóðið. Tá fyllist eg bæði við undran og eisini takksemi. At alt hetta so er skapt til okkum menniskju at njóta, er fyri meg eitt tekin um Guðs kærleika.

Soleiðis sigur Hallgerð millum annað við heimasíðuna hjá Trúboðanum. Har ber eisini til at síggja skrá og meira kunning um ársins sumarlegur

Ungdómur á Toftum syngja og spæla sangin á videobrotinum. Upptøkan er gjørd í Missiónshúsinum á Toftum.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder