
Í fjør varð ikki møguligt at hava summarlegur fyri børn og ung ella legur av øðrum slagi, orsakað av tilmælunum um frátøðu og hvussu nógv fólk kunnu savnast.
Nú er støðan broytt, og bæði Zarepta og Nesvík hava sum vanligt fulla skrá.
Heimamissiónin hevur boðað frá, at frá í næstu viku letur tilmeldingarskipanin upp, og at talan verður um átta legur fyri børn og juniorar frá síðst í juni og áleið ein mánaða fram. Hetta er ein fleiri enn vanligt - Orsøkin er, sambært barna- og familjusamskiparanum Erlu Mortensen, at í mong ár er eftirspurningurin øktur, og seinastu árini hava verið langir bíðilistar til fleiri legur. Umframt hesar legurnar, verða eisini familju- og lega ungdómslegur í Nesvík í summar.
Á Zarepta verða eftir ætlan nógvar legur. Sambært heimasíðuni er talan um 27 legur, har tær fyrstu verður um komandi mánaðarskiftið, og har tann síðsta verður í oktober - í heystferiuni. Harímillum eru átta av teimum vanligu summarlegunum fyri børn og ung.
Zarepta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald