Mentan

Søgan sum byrjaði #MeToo-rørsluna

Mikukvøldið 23. november vísir Filmsfelafið filmin "She Said" um kvinnuligu journalistarnar á New York Times, Megan Twohey og Jodi Kantor

2022-11-17 12:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týska Maria Schrader, ið fyrr hevur gjørt filmarnar "I’m Your Man" og "Stefan Zweig: Farvæl Europa", hevur nú gjørt film um kvinnuligu journalistarnar á New York Times, Megan Twohey og Jodi Kantor, sum skrivaðu søgurnar, ið elvdu til #MeToo-rørsluna.

Heitið er "She Said" og Filmsfelagið sýnir filmin í Havnar Bio mikukvøldið klokkan 20.

Samstundis varpaðu Megan og Jodi ljós á neyðtøkur og alla ta kvinnuniðrandi atferð, sum eyðkendi maktmenn í filmsídnaðinum í Hollywood, har Harvey Weinstein var hin fremsti og ringasti.

[object Object]

Universal Pictures sigur um nýggja filmin "She Said", at tær báðar "avdúkaðu ein av størstu søgunum í einum ættarliði" og "gjørdi upp við áratíggju av tøgn um kynsligan harðskap í Hollywood og broytti amerikonsku mentanina".

Í leiklutinum sum avdúkandi journalistarnir Twohey og Kantor eru Carey Mulligan og Zoe Kazan. Aðrir leikarar eru Tom Pelphrey, Samantha Morton og Patricia Clarkson.

Fleirfalt virðislønta Maria Schrader, sum m.a. hevur vunnið Emmy virðislønina, hevur eisini gjørt nýskapandi sjónvarpsrøðina Unorthodox úr jødiska býlinginum Williamsburg í Brooklyn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder