Nú kemur sagain um norska kongin Sverra Sigurðsson nú á fyrsta sinni út á føroyskum.
Hetta skrivar forlagið HEMLIÐ, sum í dag hevur fingið bókina út á marknaðin.
Orsøkin til at Sverris søga er serliga áhugaverd við føroyskum brillum er, at Sverri Sigurðsson í stóran mun vaks upp í Kirkjubø. Størsti parturin av hansara barna- og ungdómsár vóru í Føroyum.
- Fimm ára gamal kom Sverri til Føroya og varð fostraður upp hjá Róa biskupi í Kirkjubø, sum “setti hann til bókina og gav honum vígslur, so hann varð vígdur til prest.”
Unas, sum var beiggi Róa, giftist Gunnhild, móður Sverra. Sverri var 24 ár, tá ið mamma hansara kom til Føroya úr Noregi. Tá fortaldi hon, at Unas ikki var faðir hansara, men at tað var Sigurð Munn, ið gjørdist kongur í Noregi í 1136. Sverri var síðani í Føroyum í eitt ár afturat, áðrenn hann fór til Noregs. Tá byrjaði drúgva stríð hansara at vinna ræði á landinum.
Sverri gjørdist oddamaður á einum hermannabólki, ið kallaði seg birkibeinar, og teir gjørdust kjarnin í heri hansara at vinna ræði á mótstøðumonnunum; fram um allar Magnusi kongi og Erlingi Jalli.
Sverri var síðani Noregis kongur frá 1177-1202. Í 25 ár ráddi "drongurin úr Kirkjubø" yvir Noreg.
(Mynd: HEMLIÐ)
Fyrsti parturin av søguni um Sverra varð kallaður Grýla. Hann hevur íslendski abbatin Karl Jónsson skrivað, meðan Sverri sjálvur sat hjá og gjørdi av, hvat ið skrivast skuldi. Seinni parturin av søguni er skrivaður “eftir frásøgn frá monnum, sum sjálvir hava hugsað at hava sæð ella hoyrt um tað, sum hendi”.
Nú kemur søgan á føroyskum. Talan er um trý og tjúgunda útgávuna hjá forlagnum HEMLIÐ í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi, og Sverris søga kemur út á 90 ára føðingadegi týðarans.
- Heiðursgáva landsins fall Eilifi Samuelsen í lut, tá ið Mentanarvirðislønir landsins 2023 vórðu handaðar. Heiðursgávan er latin umsetaranum fyri arbeiðið at flyta klassiskar heimsbókmentir á føroyska tungu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald