Uttanlands

Valluttøkan í Grønlandi var søguliga lág

Minni enn helvtin av grønlendsku veljarunum fóru á val týsdagin – So lág hevur valluttøkan ikki verið síðan 1987

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-11-05 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin fóru danir og grønlendingar á fólkatingsval, og hjá grønlendingum var talan um eina søguliga lága valluttøku.

Grønlendska kringvarpið KNR skrivar, at bert 47,8 prosent av veljarunum greiddu atkvøðu. So lág hevur valluttøkan ikki verið síðan 1987.

Valluttøkan í ár var góð tvey prosent lægri enn á seinasta fólkatingsvali í 2019, tá 49,8 prosent av grønlendsku veljarunum fóru á val.

Les eisini: Valluttøkan nakað hægri enn seinast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder