Tað er við stórari gleði, at Listasavn Føroya kann kunngera, at Listasavnið hevur móttikið eina søguliga gávu við Mikines-verkum. Listasavnið hevur fingið ikki færri enn 17 listaverk eftir føroyska listamannin Sámal Joensen-Mikines (1906-1979).
Verkini telja alt frá størri og smærri oljumálningum, grafikki, skitsum og akvarellum. Har ímillum eru vøkur høvuðsverk. Motivini variera millum føroysk og donsk landslagsmotiv, gransking av havinum, býarmyndir og harafturat kafémyndir.
Í desember 2021 tók Listasavn Føroya ímóti átta Mikines-málningum frá einum privatum eigara í Danmark, sum tá læt gávuna dulnevnt. Talan er um sama eigaran, sum nú gevur enn eina stóra gávu av verkum eftir Mikines. Vit eru fegin um at kunna fortelja, at gávugevarin er Birte Schultz-Lorentzen.
Birte Schultz-Lorentzen var gift føroyskum manni og livdi í næstan 50 ár saman við Joanesi Torkil Mortensen í Nærum norðan fyri Keypmannahavn. Torkil var føddur og uppvaksin í Føroyum men ferðaðist til Danmarkar sum 16 ára gamal. Parið hevði tokka til myndlist og tónleik. Serliga var tað list eftir føroyska listamannin Sámal Joensen- Mikines, ið vakti stóran áhuga. Saman keyptu tey fleiri verk til heimið beinleiðis frá listamanninum Mikines. Næstan 40 Mikines-verk keyptu tey yvir árini – til eina listasamling, ið samlað taldi yvir hundrað myndir.
Í 1992 skipaði Birte fyri eini retrospektivari Mikines-framsýning í Den Frie Udstillingsbygningi í Keypmannahavn, og Mikines-verkini eru í fleiri førum lænt út til framsýningar; seinast í 2021 á Mikines-framsýningini á Johannes Larsen Museuminum í Kerteminde. Birte og Torkil vóru haraftrat við, tá Listasavn Føroya bleiv vígt í 1993, og tey høvdu ein virknan leiklut í minningarhaldinum á Mikinesar 100 áradegi í 2006, stutt áðrenn Torkil doyði.
- Listasavn Føroya móttekur hesa stóru og vøkru gávu við stórari eyðmýkt og virðing, og vit ynskja at takka Birte Schultz-Lorentzen fyri hesa sermerktu og ómetaligu gávu, ið nú verður ein partur av tí stóru føroysku listasamlingini á savninum. Hon verður til gagn og gleði fyri øll, ið hava áhuga í list í Føroyum. Gávan fer at verða sýnd á savninum einaferð á sumri 2024. Listasavnið hevur ætlanir um at hava almennar rundvísingar í listagoymsluni í nærmastu framtíð, har gávan verður víst fram til tey áhugaðu, sigur Karina Lykke Grand, stjóri.
Á heimasíðuni hjá Listasavninum eru fotografiskar eftirgerðir av listaverkunum, ið eru latin.
Listasavn Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald