Innanlands

Sóknast eftir vitnum til bæði harðskapsmálini á Tórsfest

Heldur tú teg hava sæð okkurt ella ert tú vitandi um filmsupptøkur av tilburðunum, skalt tú seta teg í samband við løgregluna

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-08-09 12:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Harðskapurin á Tórsfest 26. juli hevur verið nógv umrøddur seinastu dagarnar. Málini eru ikki uppklárað enn, men løgreglan hevur illgruna til tveir gerningsmenn.

Talan er um tvey ymisk harðskapsmál.

- Harðskapur uttanfyri inn-/og útgongdina á Tórsgøtu, uml. kl. 21:50-21:55.

- Harðskapur inni á festivaløkinum, við tað stóra grøna øl/pitsa teltið uttanfyri Eta, millum kl. 02:00 og kl. 03:00.

Løgreglan sóknast enn einaferð eftir vitnum í málinum.

Heldur tú teg hava sæð, hoyrt okkurt ella ert tú vitandi um filmsupptøkur av tilburðunum, verður tú vinaliga biðin um, at ringja til politiið á 351448 ella 114.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder