2020-02-26 16:35
Løgreglan sóknast seinnapartin eftir vitnum til eitt ferðsluóhapp, sum fór fram á Landavegnum við gamla kirkjugarðinum í Havn í morgun.
Ein fótgangari, sum gekk yvir um Landavegin frá Á-handlinum, bleiv raktur av einum myrkum, lítlum bili og varð skumpaður um koll. Førarin kom út, gav seg til kennar og tey tosaðu saman.
- Tíverri er tað - nú avtornar - ongin, sum veit, hvør viðkomandi førari er ella nummarplátuna á bilinum, sigur løgreglan, sum fegin vil koma í samband við føraran.
Hendingin fór fram fyrrapartin klokkan 10:55.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald