2024-04-03 09:38
Mánadagin 25. mars sóknaðist løgreglan eftir vitnum í sambandi við eitt innbrot í FK í Klaksvík.
Innbrotið var hent sunnudagin 24. mars umleið klokkan 2.30. Upplýst varð, at ein størri peningaupphædd bleiv stolin.
Dagin eftir varð boðað frá, at tveir menn vórðu skuldsettir í málinum, og at spor sum videoupptøkur og annað var tryggjað, men løgreglan vil enn hoyra frá møguligum vitnum.
Í gjárkvøldið eftirlýsti løgreglan fleiri møgulig vitnir, sum ikki hava verið í sambandi við tey enn.
Halda fólk seg vita nakað um málið, vera tey biðin um at ringja til løgregluna á 351448 ella 114.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald