Innanlands

Soleiðis eydnaðist Peter Madsen at flýggja úr Herstedvester

Frágreiðing almannakunngjørd um hvat hendi í fongslinum 20. oktober

Peter Madsen sat her í umleið tveir tímar, áðrenn staðfest varð, at hann ikki hevði spreingievni uppi á sær (Mynd: EPA)

Peter Madsen sat her í umleið tveir tímar, áðrenn staðfest varð, at hann ikki hevði spreingievni uppi á sær (Mynd: EPA)

2020-11-16 18:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska Kriminalforsorgin hevur nú latið eina frágreiðing um, hvat hendi, tá lívstíðarfangin Peter Madsen flýggjaði úr fongslinum Herstedvester 20. oktober.

Frágreiðingin varð almannakunngjørd í dag, og hon lýsir, hvussu tað eydnaðist tað kavbátaskiparanum at sleppa út úr fongslinum, sum annars hýsir teimum mest vandamiklu brotsmonnunum í Danmark.

Henda morgunin vóru dyrnar inn til klivarnar hjá fangunum latnar upp klokkan 07.00, og Peter Madsen fór klokkan 07.30 av síni deild til verkstaðin, har hann arbeiddi.

Peter Madsen er rakett- og kavbátabyggjarin, sum varð dømdur fyri at hava dripið svensku tíðindakvinnuna Kim Wall í hel umborð á kavbáti sínum í 2017.

Hann hevði verið á hesum verkstaðinum síðan mai, og starvsfólkini høvdu fingið boð um ansa serliga eftir Madsen.

Klokkan 09.15 kom ein fangavørður og boðaði frá, at Madsen skuldi til samrøðu hjá einum sálarfrøðingi.

Hótti sálarfrøðingin
Fimm minuttir seinni møtti hann upp hjá sálarfrøðinginum. Hesin fundur fór fram í umsitingarbygninginum á Herstedvester fongslinum, sum liggur í Albertslund, nakað uttan fyri Keypmannahavn.

Her segði hann sálarfrøðinginum – eini kvinnu – at hann hevði gjørt eina bumbu og ein spreingiknøtt. Hann vísti útbúnaðin undir jakkanum. Sambært frágreiðingini frá sálarfrøðinginum, varð útbúnaðurin lýstur sum eitt “palestinesinskt bumbubelti”.

Peter Madsen hótti við at útloysa bumbuna – sum seinni skuldi vísa seg at vera følsk – um sálarfrøðingurin sendi boð eftir hjálp, og um hon ikki hjálpti honum at flýggja.

Sálarfrøðingurin fylgdi Madsen niður gjøgnum einar baktrappur í bygninginum har høvuðsgrindin er. Tey komu til høvuðsgrindina klokkan 10.17. Ein fangavørður var á vakt, sálarfrøðingurin setti seg í samband við hendan við síni alarmtelefon.

Eftir at sálarfrøðingurin hevði tosað við fangaførðin, tók Peter Madsen yvir. Hann hótti eisini fangavørðin við at útloysa bumbuna, og sostatt varð grindin latin upp fyri honum.

Men Peter Madsen var ikki komin út enn. Saman við sálarfrøðinginum var hann nú í eini slúsu inn til fongslið. Tí helt hann sálarfrøðingin sum gísli til hann var komin heilt út.

Við uttaru grindina gav Madsen sálarfrøðinginum telefonina aftur, og hann skundaði sær avstað til gongu frá fongslinum.

Ikki fyrr enn Peter Madsen var komin eitt sindur burtur, setti sálarfrøðingurin seg í samband við vaktirnar.

So vóru boð send út um at fanga Peter Madsen. Umleið tíggju fangavørðar settu eftir flýggjandi fanganum. Men ein av teimum varð hóttur við einum luti, ið líktist eini pistól. Eisini hetta vápnið vísti seg eftirfylgjandi at vera falskt.

Klokkan 10.21 fekk løgreglan boð, og við vegleiðing frá fangavørðunum, varð Peter Madsen handtikin klokkan 10.25 í einum íbúðarøki nærhendis fongslið.

Peter Madsen varð sitandi á jørðini í einar tveir tímar, áðrenn hann varð fluttur burtur av løgregluni. Fyrst var neyðugt at vissa seg um, at hann ikki hevði spreingievni uppi á sær. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder