2019-08-31 12:50
Størsta valluttøkan til eitt løgtingsval seinastu 20 árini var í 2004. Tá var valluttøkan, sambært uppgerð hjá Kringvarpinum, 92,1 prosent.
Valluttøkan hevur tó ikki verið oman fyri 90 prosent síðan tá.
Í 2008 var vallutøkan 89.3 prosent, og í oktober 2011 var hon 86,6 prosent, sum er tað lægsta, hon hevur verið seinastu 20 árini.
Fyri fýra árum síðani, 1. september í 2015, var valluttøkan 88,8 prosent.
Við løgtingsvalið í dag hava 37.819 fólk valrætt. Hetta er 1.361 fleiri enn í 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald