Innanlands

Soleiðis koyra bussleiðirnar hjá Tórshavnar kommunu á jólum og nýggjárinum

Eingin koyring verður 1. jóladag ella 1. januar. Jólaaftan og gamlaárskvøld verður koyrt millum klokkan 10 og 16, og 2. jóladag er sunnudagsferðaætlanin galdandi

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2022-12-20 20:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hesa vikuna koyra býarbussarnir í høvuðsstaðarøkinum sum vanligt, men síðani koma jóladagarnar.

Tórshavnar kommuna boðar frá, at jólaaftan verður koyrt millum 10 og 16. 1. jóladag er eingin koyring, og 2. jóladag (mánadagin 26. desember) er sunnudagsferðaætlanin galdandi.

Seinasta dag í árinum verður koyrt, eins og tað verður jólaaftan, og fyrsta dagin í 2023 verður eingin koyring.

Yvirlit hjá torshavn.fo sæst niðanfyri: 

Leygardagin 24. desember - bussarnir koyra frá kl. 10-16. Leið 7 koyrir tó ikki.
Sunnudagin 25. desember - eingin koyring
Mánadagin 26. desember - koyrt verður eftir sunnudagsferðaætlanini. Leið 7 koyrir tó ikki.
Leygardagin 31. desember - bussarnir koyra frá kl. 10-16. Leið 7 koyrir tó ikki.
Sunnudagin 1. januar 2023 - eingin koyring

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder