Innanlands

Soleiðis koyrir bussleiðin í høvuðsstaðnum um páskini

Skírisdag og 2. Páskadag verður koyrt sum sunnudag, og leygardagin 11.04 er koyring sum vanligt. Í mesta lagi 9 ferðandi sleppa við í bussin.

2020-04-08 08:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bussleiðin í Tórshavnar kommunu koyrir um páskahøgtíðina, men vert er at leggja til merkis, at  framvegis sleppa í mesta lagi níggju ferðandi sleppa við í bussin.

Tórshavnar kommuna upplýsir, at Skírisdag verður koyrt sum sunnudag, og Langafríggjadag er ongin koyring.

Leygardagin - páskaaftan - er vanlig koyring eftir ferðaætlanini.

Páskadag er sum vant ongin koyring, men annan páskadag verður koyrt sum sunnudag.
 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder