
Løgreglan sigur, at ein bilur seinnapartin fór av vegnum tætt við brúnna við Streymin.
Bilurin var farin um brúnna um Streymin og koyrdi suðureftir móti Streymnesi, tá bilførarin brádliga og av einari ella aðrari orsøk misti tamarhaldið.
Vakthavandi upplýsir, at tað ikki hevur verið møguleiki fyri at tosa nærri vi teir báðar persónarnar, ið vóru í bilinum, ið fór bóltandi av vegnum. Persónarnir vórðu koyrdir við sjúkrabili til Landssjúkrahúsið til kanningar.
Bilurin var farin rættiliga illa, og lokala sløkkiliðið í Sundalagnum kom á staðið við útgerð til at hála bilin upp, og hetta gekk skjótt og væl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald