2020-03-09 19:55
Sølustevnan 2020, sum skuldi verða í høllini á Hálsi í Havn 9. og 10. mai er avlýst.
Fyrireikararnir av stevnuni, har fyritøkur hava høvi at sýna sínar vørur og tænastur fram, tekur nú eisini avleiðingarnar av áheitanini hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni við heilsumálum, um ikki at hava tiltøk, har fleiri enn 500 fólk savnast.
Tí er avgjørt at avlýsa tiltakið fyribils, siga fyrireikararnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald