Mentan

Sønderjyllands Symfoniorkestur í Norðurlandahúsinum

Fer á konsertferð til Føroyar og Grønlands í sambandi við 60 ára stovningardag sín

2023-08-23 18:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sønderjyllands Symfoniorkester hátíðarheldur í ár 60 ára stovningina við eini konsertferð, ið røkkur úr Sønderborg til Grønlands og Føroyar. Orkestrið hevur sett sær fyri, at deila musikalsku upplivingarnar hetta serliga árið saman við øllum ríkisfelagsskapinum, skrivar orkestrið í tíðindaskrivi.

Við konsertum bæði í stórslignum konsertsalum og í ítróttahallum og fótbóltsvøllum, er landslutaorkestrið í sunnara parti av Jútlandi vant við at ferðast runt í bæði sunnara parti av Danmark og norðrara parti av Týsklandi fyri at hitta áhoyrarnar har teir eru.

Adam Stadnicki er nýggjur tónleikastjóri fyri orkestrið, og gleðir seg til at kunna at deila tónleikin beinleiðis við áhoyrarum, hvarenn teir eru staddir í ríkisfelagsskapinum.

Johannes Wildner er dirigentur, og henda ferðin verður hansara seinasta á odda fyri orkestrinum. Á ferðini verða violinistarnir Josef Špaček og Niklas Walentin at hoyra sum solistar í violinkonsertini hjá Carl Nielsen. Á skránni verður eisini tónleikur av Ludwig van Beethoven og Antonin Dvorák.

Sønderjyllands Symfoniorkester spælir í Norðurlandahúsinum í Havn mikudagin 13. september kl. 19.30. Mánadagin 18. september somu tíð spæla tey í Katuaq í Nuuk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder