Norska drotningin, Sonja, skal hava ein kvikil ísettan eftir at hon um vikuskiftið fekk trupulleika við hjartablaktran á einum túri á skíðum.
Tað boðar kongshúsið frá í einum tíðindaskrivi.
Viðgerðin fer fram á ríkissjúkrahúsinum hósdagin, og tí skal drotningin innleggjast mikukvøldið. Roknað verður við, at hon skal liggja á sjúkrahúsinum í ein til tveir dagar.
Leygarkvøldið varð Sonja drotning innløgd á sjúkrahús í Lillehammer til kanningar eftir at hon hevði fingið hjartatrupulleikar fyrr á degnum meðan hon rann á skíðum.
- Støðan er ikki álvarslig, og drotningin er eftir umstøðunum væl fyri, ljóðaðu boðini frá kongsborgini tá.
Sunnudagin varð 87 ára gamla drotningin útskrivað aftur við vanligari hjartarútmu, skrivar NRK.
Norska kongsfamiljan brúkar nógva tíð um veturin á kongaliga garðinum Jørstad í Lillehammer, har góðir møguleikar eru at renna á skíðum.
Í fjør fekk Harald kongur eisini lagt kvikil í hjartað á ríkissjúkrahúsinum í Oslo. Hetta hendi eftir at hann gjørdist sjúkur á eini ferð í Malaisia í februar í fjør.
Les eisini: Norski kongurin fingið nýggjan kvikil
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald