placeholder
Mentan

Sonne Smith setir Ljósfestina í Vági

Stóra mentanartiltakið í Vági verður sett leygardagin 12. august

Sonne Smith (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sonne Smith (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-08-03 12:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá Ljósfest verður í Vági í august, verður tað Sonne Smith, ið setir tiltakið, ið rúmar mentanartiltøkum av ymsum slag, har m.a. framsýningar, heiðran av fólki og tónleikur á skránni.

Sonne Smith eigur óivað eina av kendastu útvarpsrøddum í landinum, og hann hevur fingist nógv við tónleik, t.d. sum vertur í tónleikasendingum.

Sonne Smith er føddur í Vági ólavsøkudag í 1946. Hann tók hægri handilsprógv í Odense í 1968, og journalistprógv á Danmarks Journalisthøjslole í 1977. Høvuðsgrein hansara á journalistháskúlanum var heimspolitikkur, og var hetta seinni støði undir sendingum, ið hann gjørdi saman við Hans Holm.

Sonne Smith var ein teirra, ið legði lunnar undir sendingar við popptónleiki í Útvarpi Føroya. Hetta var longu í 1968, og hann var við til at byrja sendingina 15 Tær Bestu, ið var á skrá í mong, mong ár.

Sonne Smith hevur drúgva yrkisleið sum journalistur í útvarpi og á bløðum. Á yngri árum var hann arbeiðsmaður, fiskimaður, krambakallur og skrivstovumaður.

Sonne Smith hevur spælt við í fleiri sjónleikum sum áhugaleikari, og hann hevur skrivað bøkur, t.d. bókina um frítíðarfelagið Kaggan, sum hann var við til at seta á stovn í 1969.

Sonne Smith er sonur listamannin William Smith, og kenda listakvinnan Ruth Smith var sostatt fastir hansara.

Sonne Smith býr nú, eftir mong ár í Havn, á Tvøroyri.

Sonne Smith setir Ljósfest í Vági tann 12. august 2023.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder