2019-11-10 09:05
Sørvágs sløkkilið hevur fingið nýggjan átaksleiðarabil. Tað skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðuni.
Tilbúgvingarleiðarin var í gjár á kommunuskrivstovuni í Sørvági og vísti bilin fram.
Á fíggjarætlanini fyri 2019 setti bygdaráðið 300.000 króonur av til keyp av nýggjum bili til átaksleiðaran í Sørvágs sløkkiliði.
Á myndunum síggjast bilarnir, sum hoyra til Sørvágs sløkkilið.
Bilarnir eru frá 1985, 2006 og 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald