Tað er ikki fallið í góða jørð hjá øllum, at Jenis av Rana gav forlagnum Leikerið úr Gøtu serstøku virðisløn landsins 2019 mikukvøldið. Tá mentanarvirðislønir landsins verða handaðar, er tað upp til landstýrismannin sjálvan at velja, hvør skal fáa júst hendan heiðurin. Tilmælisnevndin kemur við tilmælum til landstýrismannin um, hvønn tey meta, skal fáa hvørja einstøku virðisløn. Men løgfrøðiliga er tað tó ikki galdandi fyri tí serstøku virðislønina. Seinastu átta árini hevur eitt ungt listafólk fingið hesa, og hon hevur í summu førum bara verið nevnd Virðisløn til ungt listafólk, tá hon hevur verið givin.
Les eisini: Forlagið Leirkeri fær serstøku virðisløn landsins 2019
Í Degi & Viku í gjár var Jenis av Rana í sjónvarpsstovuni til kjak um evni, har tónaskaldið Sunleif Rasmussen luttók. Hann segði, at Leirkerið væl hevur uppiborið ein heiður, men at tað var eitt heldur keðiligt signal at senda, at einki ungt listafólk fekk heiðursløn. Sunleif vísti á, eins og Trygvi Danielsen í innslagnum, at tað kann hava sera stóran týdning fyri eitt ungt listafólk at fáa slíkt herðaklapp. Trygvi Danielsen vann hesa í 2013 fyri sínar yrkingar.
Landstýrismaðurin legði sjálvur ikki fingrarnar ímillum:
- Hetta er ótrúliga ússaligt at byrja eitt sovorðið kjak og geva mær skylduna. Eg havi gjørt tað sum eg hevði rætt til at gera, eg eri stoltur av tí. Eg eri glaður fyri tað, og eg trúgvi at meginparturin av føroyingum eru tað eisini.
Hann vísti á, at tey sum fingu virðislønina høvdu uppiborið hana, og at tað at onnur hava gjørt tað á ein hátt merkir ikki, at hann skal halda á, á sama hátt.
Sí eisini: Jenis av Rana - Hetta er ússaligt
Nakað eftir kjakið legði Sosialistik Ung út á sína Facebook-síðu. Undir yvirskiftuni Jenis av Rana raðfestir ungdómin lægri aftur fyri at røkja persónlig áhugamál verður millum annað skrivað:
- Tá ið høvuðsvirðislønirnar vórðu latnar í gjár, undraðust nógv á, hví eingin virðisløn varð latin ungum listafólki. Hendan virðislønin hevur verið latin í nøkur ár, og hevur verið eitt stórt herðaklapp til okkara mongu ungu, dugnaligu listafólk. Men landsstýrismaður í mentamálum, Jenis av Rana, helt ikki, at ungu listafólkini høvdu uppiborið eitt herðaklapp í ár. Heldur valdi hann at raðfesta persónligu áhugamálini.
Síðani verður víst á, at Jenis í valstríðnum gjørdi greitt, at um hann fekk vald, so fór hann at blanda síni persónligu áhugamál í politikkin. Ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum met at hetta so sanniliga er eydnast, og at tað er keðiligt, at tað gongur út yvir ungu listafólkini í Føroyum.
Við persónligu áhugamálunum verður uttan iva sipað til kristnu trúnna hjá landstýrismanninum, og at hann í hesum førinum velur at geva einum forlagi, sum stendur fyri at geva andaligt tilfar út, viðurkenning, ístaðin fyri einum ungum listafólki.
Posturin endar á hendan hátt:
- Hvat næsta ætlanin hjá Jenisi av Rana verður, er ilt at siga, men vónandi fáa hansara inntriv í føroyska mentanarlívið ikki alt ov stórar avleiðingar fyri okkum øll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald