Mentan

Sosialurin leitar eftir ársins føroyingi

Blaðið bjóðar lesarum at velja ársins føroying 2019. Øssur Berghamar fekk í fjør heiðurin sum ársins føroyingur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-16 20:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sosialurin fer í nýggjársblaðnum tann 30. desember at avdúka hvør ársins føroyingur 2019 verður.

Blaðið heitir nú á sínar lesarar at senda uppskot um hvør tey halda er ársins føroyingur. Veljið ein persón og grundgevið, hví við­kom­andi er tykkara val. Sendið upp­skot við telduposti til [email protected].

Síðani fer ein dómsnevnd at velja ársins føroying millum uppskotini.

Øssur Berghamar, sum er kendur úr Kristnastovu í Keypmannahavn fekk heiðurin í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder