![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Kravið um avbyrging og sóttarhald í sambandi við koronasmittu verður nú stytt úr 14 døgum niður í 10 dagar.
Hesum boðar Heilsumálaráðið frá í dag.
Frameftir verður mælt til, at øll, ið hava fingið staðfest koronasmittuna, verða avbyrgd í 10 dagar. Tað er eisini ein treyt, áðrenn tú verður loystur úr avbyrgingini, at tú seinastu trý samdøgrini ikki hevur nøkur smittueyðkenni.
Tíðarskeiðið í sóttarhaldi verður eisini stytt úr 14 niður í 10 dagar.
- Hava myndugleikarnir heitt á teg um at fara í sóttarhald, verður mælt til, at tú eisini letur teg kanna á 6. degi. Ein negativ kanning á 6.degi loysir teg tó ikki úr sóttarhaldinum, vísir Heilsumálaráðið á.
Nýggju leiðreglurnar eru eisini galdandi fyri tey, sum í løtuni eru í sóttarhaldi.
Kemur tú úr einum landi við høgum smittutrýsti, t.e. yvir 50 pr. 100.000 íbúgvar, eigur tú at lata teg kanna á 6.degi, og vera serliga varin í 14 dagar eftir komu til Føroya. Her eigur tú at leggja tær í geyma at halda almennu frástøðutilmælini á 1 til 2 metrar, kravið um reinføri, spritta hendur og ikki savnast í størri fjøldum.
Niðanfyri greiðir Lars Fodgaard Møller, landslækni, frá, hví stig verða tikin til at stytta sóttarhaldið og avbyrgingina:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald