Innanlands

Sóu óvanliga sjón á himmalinum

Løgin ljós á himmalinum – vita ikki hvat tað var

2020-03-27 16:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

At sita við árarnar dag út og dag inn er sjálvandi hart, og tí kann kann rógvarin ofta sjálvur halda, at hann er farin at síggja yvir seg – síggja eina hvørvisjón ella hallusionera – tá okkurt óvæntað sæst.

Nakað slíkt hendi fyri Livar Nysted úr Hvannasundi meðan hann sat við árarnar tíðliga síðsta sunnumorgun.

Skiparin Ralph Tuijn skrivar soleiðis um hendingina:

”Út móti morgni á 18. degnum høvdu vit eina løgna uppliving. Um hálvgun sjey tíðina hyggur Livar út í luftina til stýriborð og sær okkurt óvanligt. Ein rípa við ljósum so bjart sum stjørnur, ið førkaðu seg frá vestri móti eystri. Ikki stjørnuskot, tí tey fara nógv skjótari.

Hesi ljós sóust knappliga farandi eystureftir og hvurvu so aftur eftir umleið ein minutt. Ikki bara nøkur fá, men fleiri hundrað ljós, sum øll fóru í somu ferð við somu kós, men við ymsari frástøðu frá hvørjum øðrum.

Livar helt, at hann sá yvir seg, so hann spurdi hinar báðar, Predragh og Darragh aftan fyri seg og peikaði upp í luftina. Teir vóru eins bilsnir. Livar helt, at hetta skuldi Ralph eisini uppliva, so hann vakti meg og peikaði upp á himmalin.

WTF! var tað fyrsta eg segði. Ótrúligt, hvat f.... er hatta? Ongin av okkum hevur sæð nakað, sum yvirhøvur líkist slíkum fyrr, og vit hava onga forkláring upp á, hvat tað mundi vera.

Spennandi at fingið at vita, um onnur hava sæð nakað líknandi tíðliga um morgunin tann 22. Kanska er tað Trump, sum er úti upp á okkurt?”

Skrivar Ralph Tuijn, skipari á Rose. Onki bendir á, at nakar av rógvarunum hava tikið mynd av fyribrigdinum. Einki er komið út frá teimum hesum viðvíkjandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder