Innanlands

SpaceX útskjótingin útsett til leygardagin

Tað vóru ikki líkindi til at skjóta rakettina upp í dag

(Mynd: Nasa)

(Mynd: Nasa)

2020-05-27 21:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógv fygdu í kvøld spent við tá SpaceX rúmdarrakettin Falcon9 hjá Elon Musk eftir ætlan skuldi skjótast út frá Kennedy Space Center í Florida við tveimum amerikanskum austronautum umborð, sum skuldu sendast út til altjóða ISS-rúmdarstøðina.

Men 17 minuttir áðrenn útskjótingina, varð avgerð tikin um at støðga. Líkindi vóru ikki at skjóta rakettina út.

Ein nýggj roynd verður ístaðin gjørd leygardagin 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder