Beint eftir klokkan 16 í gjár rendu tveir bilar, ið koyrdu ímóti hvørjum øðrum, saman á Velbastaðhálsi. Trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, og orsøkin til óhappið var hálka.
Les eisini: Trý fólk flutt á sjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp
Hesum boðaði løgreglan frá seint seinnapartin í gjár. Í morgun fekk vaktleiðarin staðfest, at tað tíbetur spældi væl við hjá teimum, ið vóru við í óhappinum. Eitt fólk varð útskrivað næstan beinanvegin, meðan hini vóru til nakrar nærri kanningar.
Eingin álvarsamur skaði stóðst tó av hendingini í hálkini á Velbastaðhálsi, har stongt var fyri ferðslu í umleið ein tíma.
Noyddist at ringja eftir hjálp á gongutúri
Í mun til ferðslu, kundi løgreglan í morgun boða frá, at nøkur átøk og nøkur mál vóruí gjárkvøldið og í nátt.
Fýra nummarplátur vórðu tiknar í norðurøkinum av ymiskum orsøkum. Í einum bili, ið varð steðgaður í høvuðsstaðnum, hevði eitt av fólkunum rúsevni á sær.
Ein persónur í Vágoynni kom sær í trupulleikum á gongutúri. Viðkomandi hevði ikki gjørt nakað skeivt, men maðurin kendi seg noyddan at ringja til konuna, tí hann stóð bókstaviliga fastur.
Hann hevði gingið í haganum og á veg aftur til Sørvágs var maðurin í einari støðu, har hann ikki slapp víðari. Hann hevði lutfalsliga stuttan tein eftir at ganga, men gler og/ella svartakálk vóru allastaðni, tað var ov vandamikið at ganga víðari, og konan ringdi víðari eftir hjálp
Innsatsleiðarin í oynni sendi bát avstað. Tyrla kom eisini á staðið, og maðurin slapp heim til Sørvágs í øllum góðum.
Vaktleiðarin á løgrelustøðini í høvuðsstaðnum leggur dent á, at persónurin var í góðum skóm og góðum klæðum til ein túr í haga og kulda, so einki galið var við tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald