Innanlands

Spæliland fyri 14 milliónir krónur í Klaksvík

Seks milliónir eru játtaðar til bygging í ár. Roknast kann við, at bygningurin, ið skal verða til gleði hjá børnum og barnagørðum, stendur liðugur í 2022, sambært lesarabrævið hjá býráðslimi

Eftir ætlan fer ein bygningur at stenda liðugur í 2022 eystanfyri svimjihøllina, har børn millum annað kunnu betra síni motorisku evnir

Eftir ætlan fer ein bygningur at stenda liðugur í 2022 eystanfyri svimjihøllina, har børn millum annað kunnu betra síni motorisku evnir

2021-01-21 14:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri stórar byggiverkætlanir eru í gongd í Klaksvík. Mentanarhúsið, beint við Posthúsið, er eitt, og so er serstakiliga nógv gongd á í økinum við fótbóltsvøllin, svimjihøllina og hallirnar. Har verður í løtuni arbeitt við at gera Bláa Skýlið liðug, og rennibreytin verður eisini gjørd.

Eftir ætlan fer ein bygningur at stenda liðugur í 2022 eystanfyri svimjihøllina. Talan er um eitt sonevnt spæliland: 

- Ein rørsluhøll verður til gleði hjá børnum og barnagørðum og har børnini kunnu betra síni motorisku evnir. Eisini er gott at sleppa innandura at spæla, tá regn og vetrarstormar leika á. 

Soleiðis verður tað lýst í lesarabrævið hjá býráðsliminum Óla Lassen úr Sjálvstýrið á nordlysid.fo . Har verður upplýst, at Norðhús vann útbjóðingina, og at bygningurin, ið verður 800 fermetrar, kemur at kosta góðar 12 milliónir krónur. Við leikum og innbúgv kostar spælilandið góðar 14 milliónir krónur. 

Verkætlanin varð samtykt fyri einum ári síðani av undanfarna býráðið. Tað eru seks milliónir krónur játtaðar á fíggjarlógini fyri 2021 til byggingina í ár. 

placeholder
placeholder