Í gjár varð spakin settur í til íbúðarverkætlanina hjá Sp/f Mai 24, har byggjast skulu íbúðir í einari og tveimum hæddum.
Talan er um íbúðarøkið í nýggjasta partinum av útstykkingini í Fløtugerði í Leirvík, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.
Arbeiðið at projektera og fáa til vega byggiloyvi hevur gingið væl, og nú spakin er settur í, verður farið undir at grava og gera byggibúgvið alt fyri eitt. Eftir ætlan fer arbeiðið at taka umleið tvey ár.
Tað er fyritøkan Sp/f Mai 24, ið eigur verkætlanina og kemur at standa fyri allari bygging. Kommunan leingir um vegin við umleið 50-70 metrum, fyri at betra um atkomu møguleikarnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald