Innanlands

Spakin til nýggja mentanarhúsið í Klaksvík verður settur í seinnapartin

Ímyndin av Sjónleikafelagnum og býarmyndin Adelborg Linklett fær heiðurin at seta spakan í. Eftir ætlan skal mentanarhúsið standa klárt um smá trý ár

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-02-05 11:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið ein verkætlan, ið hevur verið í gongd í eina tíð, og nú er klárt at fara undir byggingina.

Signhild V. Johannesen forkvinna í Grunninum Mentanarhúsið sigur við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu, at hetta er ein søguligur dagur, tí farið verður nú undir at byggja húsið, sum í framtíðini fer at verða karmur um alskyns mentanarupplivingar.

- Mentanarhúsið fer at virka sum eitt savnandi stað fyri fjølbroytta virkseminum í býnum, og tí er tað eisini sera hátíðarligt, at Adelborg Linklett, sum er ímyndin av Sjónleikafelagnum í Klaksvík, verður kvinnan, ið loysir fyrsta flagið.  

Um Mentanarhúsið skrivar kommunan, at í stóru høllini til leikuppsetan kann tað hýsa 380 fólkum - við borðuppstilling til veitslur og annað líknandi kann tað hýsa væl meira enn 400 fólkum.

Ein partur av Mentanarhúsinum kemur at standa ímillum Posthúsið og Jacqson, har eitt parkeringspláss er nú. Posthúsið verður eisini umbygt, og tískil er eisini talan um eina um- og útbygging. Grunnurin Mentanarhúsið keypti í 2013 posthúsið og hevur síðani leiga tað út til Posta og IRF.. Nýggja mentanarhúsið er partur av miðbýarætlanini. Á útbyggingini á Sandinum skamt harfrá eru nú íbúðir, nýggjur Bank Nordik-bygningurin og eftir ætlan verður eitt stórt gistingarhús eisini har í framtíðini.

Kostnaðurin er mettur til at verða 60 milliónir. Sambært tíðarætlanini skal bygningurin standa liðugur við ársenda 2022. Tað er klokkan 16 í dag, at spakin verður settur í.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder