Mentan

Specktors á G! 2024 – kúllar, sum rokka dansigólvið

Lagt er upp til veitslu á festivalinum í Gøtu í summar

2024-01-30 10:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tónleikastjórin á G! lovaði veitslu, og veitsla skal tað verða. Specktors, kúllarnir úr Danmark, hava rungað úr hvørjum diskoteki í danska býarlívinum í fleiri ár. Tónleikurin er lættur at skilja, tá ið basstrumman slær fýra í gólvið.

Men tak ikki feil, Specktors hava kant, og ljóðið er frekt og modernað.

Tá ið “Unz, Unz, Unz, Unz” fer í gongd vita vit, at øll tey dansiglaðu koma tysjandi, tí tá verður ringt inn til veitslu.

G! Festival verður í Syðrugøtu í døgunum 18. til 20. juli. Umframt Specktors spæla m.a. hesi eisini á festivalinum: Of Monsters and Men (IS), Eivør (FO), The longest Johns (UK), Einangran (FO), Knút (FO) og Ash Olsen (NO). 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder