Mentan

Spennandi byggiætlanir í plantasjuni

Listasavn Føroya má undir at gera neyðugar umbøtur av gamla skálanum – útbyggingar eru eisini á skránni

Karina Lykke Grand greiðir ágrýtin frá nýggju ætlanunum á Listasavninum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Karina Lykke Grand greiðir ágrýtin frá nýggju ætlanunum á Listasavninum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-16 15:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

[object Object]
(Tilgjørd mynd: Brim Arkitektar)

Um alt gongur eftir ætlan verður um eitt gott ár farið undir við at nýmótansgera og víðka Listasavn Føroya í Gundadali, so at umstøðurnar gerast uppaftur betri, ikki minst fyri tey nógvu børnini og skúlaflokkarnar, sum vitja á hugnaliga savninum við Plantasjuna.

Seinnapartin í dag letur upp ein lítil framsýning í einum av teimum smærru framsýningarhølunum, har greitt verður frá Listasavninum frá tí at fyrstu tankarnir um at byggja ein Listaskála komu fram.

Í hesum døgum eru nevniliga 30 ár liðin síðan at fáverandi Listaskálin – í ringastu krepputíðum – varð bygdur út, so at Listasavnið fekk møguleika fyri at hava eina fasta framsýning við føroyskari list saman við teimum skiftandi framsýningunum, sum eru í upprunaliga ‘skálanum’.

[object Object]

Skálin kann ikki brúkast meira

Men tað er eisini ein sannroynd, at bygningurin frá 1970 treingir til umvælingar, tí í veruleikanum er hann ikki egnaður til at hýsa list.

Tað stendur so illa til við gamla skálanum, at hann ikki kann brúkast meira, staðfestir Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavninum.

Hann lekur, takið er rotið, ongin klimastýring er í rúminum og fólk í koyristóli hava ikki atgongd.

Tí er hetta tað, sum í fyrstu at løgu treingir til at vera gjørt.

[object Object]
Arkitektarnir, sum teknaðu bygningin frá 1993, Niels Frihiof Truelsen og J. P. Gregoriussen (Mynd: Thomas Johannesen)

Palli Gregoriussen góðtók ætlanina

Tað, sum nú sæst á framsýningini, er tekningar av Listasavninum, sum ætlanin er at tað skal síggja út um nøkur ár. Talan er um eina byggiætlan, sum kemur at kosta 60 milliónir krónur. 50 milliónir eru longu fingnar til vega, og vónandi eydnast tað at finna tær seinastu milliónirnar, so at triðja byggistigið í verkætlanini eisini kann gerast veruleiki, sigur Karina Lykke Grand.

Tað eru Brim Arkitektar, sum hava gjørt tekningarnar yvir, hvussu Listasavnið í framtíðini skal síggja út.

- Tíbetur eydnaðist tað at leggja tekningarnar fram fyri Palla Gregoriussen – upprunaliga arkitektin – og hann góðtók nýggju ætlanirnar áðrenn hann doyði á vári 2021.

[object Object]
Listaskálin skal hava nýtt tak og nýggjan klædning (Tilgjørd mynd: Brim Arkitektar)

Lýsandi fasada

Í fyrstu atløgu er talan um at umvæla tann elsta bygningin, sum skal hava nýggja tekju, og hann skal bjálvast og hava nýggja fasadu.

- Vit hava valt eina loysn at bjálva bygningin uttanífrá, og so leggja vit ein serligan klædning úr timbri uttaná, har vit hava møguleika fyri at leggja ljós í, so at vit kunnu hava eitt spennandi ljósspæl í klædninginum. Orkan til hetta ljósið skal koma frá sólfangarum á tekjuni, sum varðveitir núverandi skapið við yvirljósgluggum, greiðir listasavnsstjórin frá.

Upprunaligi listaskálin skal eisini uppstigast til at lúka altjóða krøv fyri slík framsýningarhøli. Sjálvandi skal tað ikki vera vandi fyri at vatn lekur út tekjuni. Men har skal eisini vera stýring av luftini og hitanum innan. Harafturat skulu atkomumøguleikarnir fyri rørslutarnað eisini betrast.

Men núverandi stóra rúmið til tær skiftandi framsýningarnar verður varðveitt.

[object Object]
Nýggja og fjórða 'pyramidan' verður eitt sindur forskotin í mun til hinar (Tilgjørd mynd: Brim Arkitektar)

Gera ætlanina frá 1993 lidna

Annað byggistig snýr seg í veruleikanum um at gera bygningin frá 1993 lidnan.

- Upprunaliga var ætlanin um at bygningurin skuldi hava fýra pyramidur. Men hetta varð bygt í ringastu búskaparligu tíðum, og tí endaði tað við, at bygningurin gjørdist tann hann nú hevur verið í 30 ár.

- Men hann varð ikki liðugur. Fólk hava kanska bitið merki í, at tað liggur eitt planerað øki sunnan fyri bygningin, inn móti plantasjuni. Tað er her, at tann seinasta pyramidan nú skal byggjast. Tað vil siga, at tað verður ikki ein pyramida, men ein bygningur við somu vídd, sum pyramidurnar, men við einum øðrvísi og meira nýmótans skapi. Eisini verður hesin bygningurin forskotin eitt sindur í mun til hinar pyramidurnar, greiðir Karina Lykke Grand frá.

- Endamálið við hesum bygninginum verður at dekka ein tørv, sum vit hava havt. Eitt nú til at hýsa bingjuni hjá Tróndi Patursson, sum treingir til at koma innandura. Hartil skulu vit hava hølir uttan dagsljós, sum kunnu hýsa list, ið er viðkvom yvir fyri dagsljósi. Her verður serliga hugsa um fotolist, vatnlitsmálningar og so sjálvandi videolist.

[object Object]Økið oman móti plantasjuni hevur nú í 30 ár staðið klárt til ta seinastu "pyramiduna" (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í staðin fyri at hava eina pyramiduformaða tekju, verður tekjan eitt uttandura uppihaldsstað fyri tey vitjandi at brúka.

Eitt sera neyðugt endamál við bygninginum er eisini at skugga fyri stóru gluggunum í núverandi bygninginum, sum í dag hava eina stóra avbjóðing av, at rúmið gerst alt ov heitt til tíðir – so mikið heitt, at tað kann vera til vanda fyri listaverkini, greiðir Karina Lykke Grand frá.

Savnsstjórin leggur í hesum sambandi dent á, at ætlaða byggingin av Listasavninum ikki økir um hæddina á bygninginum. Tað hevur eisini týdning fyri hana at staðfesta, at onki træ, ikki eitt einasta, skal lúta fyri útbyggingini, tí økið sunnan fyri bygningin hevur staðið klára og planerað til endamálið í 30 ár.

Grannahúsið til børnini

Triðja byggistig í ætlanini fevnir um grannahúsini, sum liggja beina oman fyri savnið á adressuni oman Viðarlund 3. Hetta er ein ogn, sum fyri fleiri árum síðan varð ognað Listasavninum.

Nú er loksins ein ætlan gjørd fyri, hvussu hann skal brúkast. Í fyrstu atløgu skal hesin bygningur brúkast til at hýsa virksemi í sambandi við undirvísing og vitjan av børnum. Fólk, sum hava vitjað nýmótans listasøvn uttanlands vita, at her hava tey altíð tilboð til barnagarðs- og skúlaflokkar, sum vitja, so at tey kunnu fáa eina góða uppliving og frálæru um list.

Tað verður í hesum húsinum. Húsini oman Viðarlund 3 standa eitt sindur forskotin frá stóra savnsbygninginum. Í planinum verður nýggja “pyramidan” inn móti plantasjuni bygdi eftir somu linjum sum hesi húsini.

Hatta fyri at fólk kunnu fáa eina uppliving av, at listasavnið hevur forskotið seg eitt sindur fyri hvørja ferð tað er útbygt.

[object Object]
Grannahúsið oman Viðarlund 3 skal eftir ætlan innrættast til børn og skúlanæmingar (Tekning: Brim Arkitektar)

Fleiri myndir her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder