Innanlands

Spik slaktari við sóknarongli og í grímu

Umhvørvisfelagsskapur spælir sjónleik í Norðragøtu

(Skíggjamynd: Captain Paul Watson Foundation UK / Facebook)

(Skíggjamynd: Captain Paul Watson Foundation UK / Facebook)

2024-07-05 11:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

"Spik slaktari" er nýggjasta royndin frá umhvørvisfelagsskapum, sum mótmæla grindadrápi í Føroyum, at fáa uppmerksemi um heimin.

Hóast grindaøki er lýst í Syðrugøtu og í Norðragøtu, so eru umboð frá umhvørvisfelagsskapinum Captain Paul Watson Foundation UK á økinum og spæla býtt. Annars merkir kunngerðin um grindaøki tað, at óviðkomandi ikki sleppa inn á økið.

Í stroyming á Facebook sæst hesin "slaktarin" ganga í økinum á bryggjuni í Norðragøtu, har hvalirnir verða tiknir upp á land, og seinni í dag skornir upp.

Maðurin í grímu sleppur eftir øllum at døma at ganga frítt, so leingi hann ikki órógvar nakað. Tað fer tó ikki framvið hjá gøtufólki, tí fleiri taka myndir av honum og eisini er okkurt barn, sum roynir at koma í samband við mannin, og roynir eisini at taka maskuna av honum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder