Innanlands

Springarabólkur svimur millum oyggjarnar

Sýslumenninir tóku fyri góðum mánað síðani støðu til, at eingin grind verður hildin til so leingi tilmælini um frástøðu eru galdandi

Hvalvík fyri lítlari løtu síðani

Hvalvík fyri lítlari løtu síðani

2020-05-10 20:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Helst sami bólkur av springarum, sum tíðliga seinnapartin varð sæddur út fyri Rituvík, er nú í Sundalagnum, og er út fyri Hvalvík.

Ein rúgva av forvitnum fólki steðga á við bilinum, og eygleiða springararnar. Fleiri høvdu ivaleyst hjálpt um teir vóru hildnir til, men fyri einum góðum mánaða síðani, tóku sýslumenninir støðu til at eingin grind skuldi haldast til.

Hetta so leingi tilmælini um frástøðu eru galdandi.

[object Object]Mynd tikin í Sundalagnum fyri løtu síðani (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

– Vit virða tilmælini, so hon verður ikki hildin til, segði Karl Johansen, sýslumaður, við Portalin fyrr í dag.

Mett verður, at talan er um fleiri enn 200 springarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder