Innanlands

Spyr.fo: Lítil meiriluti ynskir breiða samgongu

52 prosent ynskja breiða samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-09-07 15:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú Fólkaflokkurin, Sambandsfokkurin og Miðflokkurin í hesum døgum samráðast um nýggja samgongu, hevur Spyr.fo fyri Portalin spurt føroyingar hvat teir ynskja.

Les eisini: 71 prosent vilja varðveita hjúnabandslógina

Sambært kanningini ynskja flestir veljarar, 52,3 prosent, eina breiða samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Ein samgonga sum hevði talt 22 tingfólk. Hetta er eisini nakað sum Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsen hava lagt upp til, men Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, ynskti at royna at skipa samgongu við 17 tingfólkum við Fólkaflokkinum og Miðflokkinum fyrst.

43,2 prosent av veljarunum ynskja sær eina samgongu, sum í løtuni sær út til at vera ávegis millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin.

4,5 prosent siga seg ikki vita.

Í kanningini, sum varð gjørd í gjárkvøldið vóru 500 fólk spurd. Óvissan er millum 0,9 prosent og 3,7 prosentstig.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder