Innanlands

Stjóraskifti í Uttanríkistænastuni: Jóannes V. Hansen tekur við

Jóannes avloysir Gunnar Holm-Jacobsen, ið tann 1. september tekur við sum sendimaður í Keypmannahavn. Nýggi deildarstjórin hevur sjálvur júst verið sendimaður í danska høvuðsstaðnum

Jóannes V. Hansen er 44 ára gamal, og hevur útbúgving innan altjóða politikk og diplomati úr Bretlandi. Jóannes V. Hansen hevur verið í starvi í Uttanríkistænastuni síðani 2008 (Mynd: Uttanríkis- og Vinnumálaráðið)

Jóannes V. Hansen er 44 ára gamal, og hevur útbúgving innan altjóða politikk og diplomati úr Bretlandi. Jóannes V. Hansen hevur verið í starvi í Uttanríkistænastuni síðani 2008 (Mynd: Uttanríkis- og Vinnumálaráðið)

2024-08-01 20:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jóannes V. Hansen er settur í starv sum deildarstjóri fyri Uttanríkistænastuna. Starvið varð lýst leyst fyrr í summar, og vóru fýra umsóknir til sta.

Hetta skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið á heimasíðu sínari í dag. Um nýggja stjóran skrivar aðalráðið millm annað, at hann hevur starvast nógv í høvuðsstøðum uttanlands:

- Jóannes V. Hansen er 44 ára gamal, og hevur útbúgving innan altjóða politikk og diplomati úr Bretlandi. Jóannes V. Hansen hevur verið í starvi í Uttanríkistænastuni síðani 2008. Seinastu fimm árini hevur hann verið sendimaður í Keypmannahavn, og frá 2011 til 2015 var hann sendimaður í London.

Jóannes V. Hansen avloysir Gunnar Holm-Jacobsen, ið tann 1. september tekur við sum sendimaður í Keypmannahavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder