Yvir 10.000 sivilfólk eru dripin í Ukraina, síðan Russland gjørdi innrás í februar 2022, vísir ein uppgerð frá mannarættindaskrivstovuni hjá ST.
Veruliga talið verður tó mett at vera munandi hægri, men framvegis eru nógv andlát, sum ikki eru endiliga váttað, sigur ST, sum hevur fólk í Ukraina, ið eygleiða støðuna í fleiri pørtum av landinum.
Teir fyrstu mánaðirnar eftir at kríggið byrjaði, vóru m.a. harðir bardagar í býnum Mariupol, og har varð boðað frá, at nógv sivilfólk høvdu latið lív, men tað hevur tó enn ikki borið til at kanna hetta nærri og fáa talið endaliga váttað, skrivar Ritzau.
Mett verður, at munandi fleiri herfólk enn sivilfólk hava latið lív undir krígnum, men hvørki Russland ella Ukraina almannakunngera hesi tølini.
Í juni 2022 segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj tó, at Ukraina tá misti millum 60 og 100 herfólk um dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald