2026-06-13 09:30
Ein bilførari varð í gjárkvøldið skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring í sambandi við eitt ferðsluóhapp í Kollafirði.
Tað var stutt eftir klokkan 23, at boðað varð frá óhappinum.
Boðað varð frá, at ein bilur var endaður á takinum úti í síðuni av vegnum, og at talan var um eitt sonevnt soloóhapp.
Tá løgreglan kom á staðið varð staðfest, at førarin, sum var einsamallur í bilinum, var ávirkaður av rúsdrekka.
Sjúkrabilur varð eisini sendur á staðið, men førarin hevði ikki fingið álvarsligan skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald