2020-02-29 17:14
Royndirnar, sum vóru gjørdar i Føroyum í gjár, vístu at fólkini ikki eru smittað, men tey skuldu vera avbyrgd heima við hús, til svar kom uppá royndirnar, ið vóru sendar til Danmark.
Seinnapartin í dag fekk Shahin Gaїni, serlækni í infektiónsmedisini, svar uppá royndirnar, og tær staðfestu, at royndirnar eru negativar. Tískil er staðfest, at tað framvegis ikki er nakar føroyingur, ið er smittaður.
Kelda: kvf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald