Mentan

Staksdagur í Tjørnuvík leygardagin við seyði og sølu

Eisini verður tombola og dansur á skránni í bygdarhúsinum. Staksdagurin er sermerktur fyri bygdina, tá heystið av álvara byrjar

Staksdagurin í Tjørnuvík hevur altíð verið ein partur av mentanardøgunum hjá Sunda kommunu og er sermerktur fyri bygdina

Staksdagurin í Tjørnuvík hevur altíð verið ein partur av mentanardøgunum hjá Sunda kommunu og er sermerktur fyri bygdina

2023-09-20 15:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Staksdagurin í Tjørnuvík hevur altíð verið ein partur av mentanardøgunum hjá Sunda kommunu, og soleiðis er eisini í ár.

Leygardagin 23. September verður farið út á Stakkin eftir seyði, og síðani eru ymisk tiltøk á skránni í Tjørnuvík. Hetta er ein sermerktur dagur í bygdini, og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini í Tjørnuvík, greiðir Staksnenvdin frá.

Í ár eru 14 seyðir at taka. 2 veðrar, 6 ær og 6 lomb.

Tá komið er aftur til bygdina bjóðar Stakksnevndin døgurða til fjallfólkið. Síðani verða 4 seyðir flettir og  sundurlimaðir. Hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.00.

- Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.
Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, eitt nú verður tombola aftaná uppboðssøluna.

Dagurin endar við almennum dansi í bygdarhúsinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder