Skipið, sum Strandfaraskip Landsins letur byggja hjá norska bátabyggjaranum GS Marine Produksjon, verður kallað eitt nýbrot innan ferðafólkaflutning.
Einamest tí, at talan er um eitt skjóttgangandi ferðafólkaskip, ið kann taka tríggjar bilar, og sum verður drivið bæði við ravmagni og dieselolju – sokallað hybridskip.
Men tað verður eisini hugsa nýtt í sambandi við atløguviðurskiftini. Talan er um eina heila flutningsskipan, har báturin verður festur sjálvvirkandi í eina sergjøra skipan, sum kemur at standa á bryggjuni, hagar báturin skal sigla.
Nýggja skipið kemur ikki í fasta sigling, men skal virka sum avloysari á so at siga øllum verandi rutum í sambandi við at førstu ferjurnar verða tiknar úr sigling, eitt nú til eftirlit og umvælingar.
Talan er um eina 27 metra langa tvíkilju, ið verður stoypt í herdum karbonfipur. Báturin verður eisini kallaður ein tríkilja, tí tað stingur ein minni skrokkur niður framman sum bylgjubrótari millum teir báðar berandi skrokkarnar.
Strandferðslan lýsir nú eftir fyrstu fólkunum at manna skipið. Talan er um ein stýrimann og maskinmeistara, sum í januar skulu sendast til Noregs at fylgja við arbeiðinum. Umframt eftirlit, er upplæring hjá Florøskytsbåt eisini ein partur av starvinum. Lýsingin sæst undir ’Leys størv’ á framsíðuni á Portalinum.
Umframt at hava neyðug prógv fara Strandfaraskip Landsins eisini serliga at hyggja eftir ’áhuga, ágrýtni og førleikum’ tá størvini skulu setast, stendur í starvslýsingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald