 
                
            Leygardagin var stórur dagur í Funningi, tá standmynd av Grími Kamban varð avdúkað.
Grímur Kamban sigst at vera fyrsti landnámsmaðurin, og hann skal vera komin til Føroya umleið ár 825 e.k, og at hann lendi í Funningi.
Á heysti í 2020 tók Bygdarfelagið í Funningi avgerð um at skipa eina nevnd, sm skuldi stnada fyri verkætlan, ið hevði til endamáls at varpa ljós á Funning sum landnámsbygd og at varðveita søgnina um Grím Kamban.
Listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur staðið fyri listaverkinum og evnað bronsumyndirnar. Grótvirkið í Skopun hevur evnað klettarnar úr basalti, meðan Høgni Kastalag frá FuglArk hevur sniðgivið lendið.
Myndirnar hevur Runavíkar kommuna tikið
 
    
              
 
                 
             
     
             
             
             
             
             
             
             
             
             
             
             
             
             
             
             
             
             
            
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald